Tað er serliga toskur, hýsa, brosma og longa sum skipini selja. So er nakað av havtaskuhalum, upsa, skøturavar og onnur fiskasløg.
Tveir útróðrabátar verða eisini á søluni kl 10:00
Fiskamarknaðurin
Tað er serliga toskur, hýsa, brosma og longa sum skipini selja. So er nakað av havtaskuhalum, upsa, skøturavar og onnur fiskasløg.
Tveir útróðrabátar verða eisini á søluni kl 10:00
Fiskamarknaðurin
Samandráttur.
Línuskip. Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men helst kemur okkurt frystilínuskip at selja millum jóla og nýttár.
Útróður: Streymurin er ikki av tí besta, men um veðri verður til vildar, so fer helst onkur útróðrabátur út eftir jól.
Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju.
Partrolarar: Allir liggja við bryggju.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út at fiska havtasku eftir jól.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Báðir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Samandráttur.
Línuskip. Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju og fara neyvan út fyri jól. Eitt frystilínuskip er við Grønland, eitt er á Føroya Banka, eitt er á Íslandsrygginum og so eru sjey á landgrunninum. Tey fiska mest tosk, longu, brosmu og so nakað av hýsu, blálongu og svartkalva.
Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri og at tað er síðsta vikan áðrenn jól, ger at tað ikki verður nógvur útróður. Fiskaríið er brúkiligt hjá bátunum. Teir fáa mest av hýsu og toski.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein hevur verði til fiskarí og kemur at landa mánadgin. Hann hevur fiska svartkalva. Hinir liggja við bryggju og fara neyvan út áðrenn jól.
Partrolarar: Fimm pør eru úti og vit vanta at allir, uttan eitt, landa í vikuni. Tað síðsta landar eftir jól. Fiskaríið er smáligt.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku.. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Síðsti dagur vit taka ímotið fiski er morgunin 21/12-2023
Opið verður aftur 2/1-2024
Vinarliga heilsan
Landingarmiðstøðin á Toftum
VIKA 51
Mánadagin 18/12
Fríggjadagin 22/12
Mánadagin 25/12
Fríggjadagin 29/12
VIKA 01 – 2024
Mánadagin 01/01-24
Fríggjadagin 05/01-24
Hey
Síðsti dagur vit taka ímotið fiski er 20/12-2023
Opið verður aftur 2/1-2024
Vinarliga heilsan
Snarfrost
Niðanfyri er dagført yvirlit yvir fráferðir í viku 49.
ETA Scrabster hósdagin 7/12 og Grimsby 11/12.
ETA Immingham sunnudagin 10/12, Rotterdam 11/12 og Fredrikstad 13/12.
Veðurforsøgnin sigur frá illveðri ímillum Ísland og Føroyar og tískil er vandi fyri seinkingum.
ETA Aarhus mánadagin 11/12 og Helsingborg 14/12.
Fiskamarknaður Føroya
Samandráttur.
Línuskip. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað kemur vantandi at landa síðst í vikuni. Helst fer okkurt avstað nú bæði veður og streymur er til vildar. Eitt frystilínuskip er við Grønland og eitt siglur heim undan Grønlandi, eitt er á Føroya Banka, tvey eru á Íslandsrygginum og so eru fimm á landgrunninum. Tey fiska mest tosk, longu, brosmu og so nakað av hýsu, blálongu og svartkalva.
Útróður: Streymurin er góður og veðri verður eisini gott, serliga fyrst í vikuni. So tað verður veður til nógvan útróður. Bátarnir fáa mest av hýsu, men tað hevur verði heldur meira av toski at fáa í seinastuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Annar kemur at landa í vikuni, meðan hin neyvan landar hesa vikuna. Ein frystitrolari fiskar svartkalva.
Partrolarar: Seks pør eru úti og vit vanta at allir landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað skjótt nú veðri verður so gott.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt við havtasku.. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Snarfrost tekur ikki ímóti fiski frá 30/11 til og við 3/12
Vinaliga Snarfrost