Uppboðssøla av rættindum mikudagin 24 apríl 2019


Uppboðssøla av fiskirættindum verður mikudagin 24 apríl 2019 kl. 13:00

Rættindi, ið seld verða, eru:

Rættindi at veiða 2.000 tons av makreli. sum eitt ára rættindi. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 1.115 tons fiskast í ES-sjógvi og 1.091 tons fiskast í norskum sjógvi.

Sølulinjurnar kunna heintast her

FMF mælir til at keyparar fyrireika seg í góðari tíð áðrenn uppboðssøluna og eiga at gera fylgjandi:

  1. Seti tykkum inn í lógina, kunngerðina og reglugerðina, sum hava við uppboðssøluna av rættindum at gera.
  2. Heinta Iclientin frá heimasíðuna hjá FMF.
  3. Fyll út og undirskriva oyðublaðið “Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara” og send aftur til FMF.
  4. Fá brúkaratal, loyniorð og keypslykil frá FMF.
  5. Seti tykkum inn í hvussu uppboðssøluskipanin virkar.
  6. Fá eitt telefonnummar frá FMF.
  7. Set neyðuga pengatrygd til FMF og Vørn.

Um tit ivast í onkrum. so ring enduliga til FMF á 414141. Vit eru altíð klár at hjálpa.

Les kunngerðina her

Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara kann heintast her