Meting fyri viku 17, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Einki línuskip er úti, men møguliga fer okkurt avstað í næstum.  Sjey frystilínuskip fiska við Eysturgrønland og trý fiska við Føroyar. Tey við Eysturgrønland fiska mest av toski, meðan tey undir Føroyum fiska mest longu, tosk, hýsu og brosmu.

Útróður: Streymurin verður góður, men tað verður liggjandi høgætt alla vikuna, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður. Fiskaríið er meira smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á kongafiskaveiðu. Hann landar miðskeiðis í vikuni. Tveir frystitrolarar fiska svartkalva og so er ein á beding.

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt.

Trolbátar: Tveir trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Báðir landa í vikuni. Møguliga fer onkur avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá DMI her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her