Samandráttur.
Línuskip. Tvey línuskip eru til fiskarí. Annað er vestanfyri og hitt er norðanfyri. Tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Møguliga landa tey síðst í vikuni. Fimm frystilínuskip fiska við Eysturgrønland og trý fiska við Føroyar. Tey við Eysturgrønland fiska mest av toski, meðan tey undir Føroyum fiska mest longu, tosk, hýsu og brosmu.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður gott. Fiskaríið er smáligur hjá bátunum fyri tíðini, so tí vanta vit ikki nógvan útróður.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á kongafiskaveiðu. Hann landar miðskeiðis í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva, ein liggur við bryggju og so er ein á beding.
Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt.
Trolbátar: Fýra trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Vit rokna við at trýggir landa í vikuni, meðan tann fjórði landar hist í næstu viku. Møguliga fer onkur avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá DMI her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her