Samandráttur.
Línuskip. Nýggju frystilínuskip fiska við Føroyar. Ísfiskalínuskipið er akkurát byrjaður norðanfyri. Tvey frystilínuskip liggja við bryggju. Skipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Okkurt línuskip hevur eisini fiska nakað av svartkalva og blálongu.
Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar nakað út á vikuna.. Tað verður brúkiligt veður, so vit vantað nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar. Bara tveir eru til fiskarí. Annar er á Íslandsrygginum og hin (Jákup Sverri) ger yvirlitskanningar á Føroya Banka. Báðir koma at landa í vikuni. Ein er á makrelveiðu og hinir liggja við bryggju.
Partrolarar: Fimm pør eru úti. Fiskaríið er gott. Eitt par fiskar gulllaks.
Trolbátar: Fýra trolbátar eru úti.Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Vantandli landa allir í vikuni. Tveir liggja, tí teir eru lidnir við sínar fiskidagar.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er gott. Vantandi landa øll í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her