Meting fyri viku 50, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er eystanfyri og fiskar mest av hýsu. Hann kemur at landað fyrst i aðru viku.  10 frystilínuskip eru við Føroyar og eitt er við Ísland. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin verður ikki tann besti og veðurvánirnar eru ógvuliga skiftandi, so vit vantað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein frystitrolari er úti. Hann fiskar svartkalva. Vit rokna við at onkur trolari fer út í næstum.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Veðri hevur verði vánaligt, so tað er ikki komið so nógv burturúr. Vantandi landa trý pør í vikuni. Helst fer okkurt parið avstað í næstum.

Trolbátar: Bara ein er úti til fiskarí. Hann fiskar havtasku. Vantandi fer onkur trolbátur avstað tá veðri verður betri.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er smáligt. Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her