Samandráttur.
Línuskip. Eitt minni ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest hýsu og tosk og landar helst fyrst í vikuni. Sjey frystilínuskipini eru til fiskarí. Øll fiska í føroyskum sjógvi.
Útróður: Streymurin er brúkiligur alla vikuna og veðri verður hampuligt, so vit rokna við naka av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa síðst í vikuni. Ein liggur við bryggju
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Smáligt fiskarí.
Trolbátar:Fimm eru á Skeivabanka og fiska mest av havtasku. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er misjavnt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her