Meting fyri viku 1, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Øll liggja við bryggju, men vantandi fara fleiri avstað fyrst í tí nýggja árinum

Útróður: Streymurin verður ikki av tí besta og veðri sær út til at blíva umskiftandi, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður.

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar kongafisk og kemur at landa miðskeiðis í næstu viku. Hin liggur við bryggju.

Partrolarar: Øll pørini liggja við bryggju, men fara helst avstað fyrst í vikuni.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men um veðri loyvur tí, so fara vantandi fleiri avstað fyrst í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Landar helst síðst í vikuni. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her