Meting fyri viku 7, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Trý stór ísfiskalínuskip og trý smærri, eru til fisarí undir Føroyum. Tey fiska mest hýsu og so nakað av toski, longu og brosmu. Vit rokna við at øll landa í vikuni. Fýra frystilínuskip eru við Ísland og fimm undir Føroyum.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðri verður eisini nakað umskiftandi, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar kongafisk, meðan hin fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk. Vit rokna við at báðir landa síðst í vikuni.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Tey eru nýliga byrjaði túr, so ikki er vantandi at tey koma inn fyrr enn síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.

Trolbátar: Fimm fiska havtasku eystanfyri og á Skeivabanka. Allir landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Brúkiligt fiskarí.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Eisini tað hevur brúkiligt fiskarí. Báðir koma at landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her