Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar vantandi síðst í vikuni. Eitt frystilínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er ávegis heim frá Flemish Kap, eitt við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Skipið á Íslandsrygginum fær mest tosk og so nakað av svartkalva. Skipið á Flemish Kap fær mest av toski. Tað við Eysturgrønland fiskar svartkalva, meðan skipini við Føroyar, fáa ein blandingur av toski, hýsa, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er góður fysrst í vikuni, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður umskiftandi, men vit vanta tó nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Báðir landa í vikuni. Ein fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk og ein fiskar kongafisk. Ein frystitrolari er eisini úti.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma at landa gjøgnum vikuna. Eitt par er á Íslandsrygginum.
Trolbátar: Tríggir eru úti og koma allir at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Smáligt fiskarí.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta veðri frá veður.fo her, frá Windy her, frá Berlingur her
Heinta alla metingina her
