Meting um tilfeingið fyri viku 25, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Fimm ísfiskalínuskip eru við Eysturgrønland og fiska tosk og so nakað av brosmu. Fýra av teimum koma at landa fyrst í vikuni, meðan tað fimta landar fyrst í aðru viku. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í næstum. Av frystilínuskipunum eru tvey úti, annað undir Føroyum og hitt er við Eysturgrønland.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður nakað umskiftandi, so tað verður kanska ikki so nógvur útróður.

Djúpvatnstrolarar: Trýggir eru til fiskarí, men allir eru nýliga byrjaðir túr. So vit vantað ongan inn í vikuni. Tveir fiska svartkalva, meðan tann triðji fiskar stinglaks.

Partrolarar: Fimm pør eru úti og helst fer okkurt avstað í næstum. Vit rokna við at 2-3 pør landað í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt par er farin djúpt at fiska svartkalva og kongafisk.

Trolbátar: Tveir eru á landleiðin og ein er norðanfyri. Onkur trolbátur fer avstað um vikuskiftið. Trolbátarnir á landleiðini fáa mest av toski og so reyðsprøku, tungu og havtasku. Tann, sum er norðanfyri, fær mest av toski, hýsu og so nakað av upsa og flatfiski.

Garnaskip: Vit væntað at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt hevur lagt og er farin at pussað upp.

Heinta alla metingina her