Samandráttur.
Línuskip. Ísfiskalínuskipið fiskar vest-norðanfyri og kemur møgulia at landa síðst í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Føroyar, eitt í altjóða sjógvi og fýra eru á Flemish Kap . Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er hampuligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður ivasamt fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni. Vit vantað ikki so nógvan útróður hesa vikuna. Brúkiligt fiskarí
Djúpvatnstrolarar. Ein er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. Hann landar mánadagin. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Føroyar. Vantandi fer onkur avstað um vikuskiftið.
Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Fiskaríið er brúkiligt. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest av flatfiski og toski. Annar landar fyrst og hin seinni í vikuni. Trýggir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski, longu og upsa. Tveir landa mánadagin og hin seinni í vikuni.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni. Eitt fiskar havtasku
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her