Metingin fyri viku 19, 2020

Samandráttur.

Í smb við Corona smittuna, so er óvissan stór um hvat skip og bátar gera tað næstu tíðina. Nú hava øll virkir opið aftur, men koyra við niðursettari arbeiðsorku.

Vónandi gongur ikki ov long tíð til vit fáa normal viðurskifti aftur.
Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bert helvtin av fólkinum er til arbeiðis ísenn. Tað er fyri at binda um heilan fingur, í so fall at onkur verður sjúkur, so kann hin vaktin traðka til. So tit muga halda okkum til góðar um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð.

Línuskip: Seks línuskip eru til fiskarí. Eitt er við Eysturgrønland, eitt við Ísland og so eru hini undir Føroyum. Skipini fiska mest av toski, hýsu, lomgu og brosmu. Eitt landar fyrst í vikuni, nøkur síðst í vikuni og so okkurt fyrst í aðru viku.

Útróður: Veðri verður gott, men streymurin harðnar sum vikan gongur og tað at prísurin er vánaligur vegna Korona, ger at vit rokna ikki við nógvum útróði.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar stinglaks og landar fyrst í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og er fiskaríið brúkiligt. Tey landa sum vikan líður. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Fimm trolbátar eru til fiskarí. Allir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Tveir landa fyrst í vikuni og hinir síðst í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Øll landa í vikuni

 Heinta veðurforsøgnina her  

Heinta alla metingina her