Meting um tilfeingið fyri viku 9, 2018

Samandráttur:

Línuskip: Fimm ísfiskalínuskip eru ið Ísland. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Eitt landar mánadagin og so kemur helst okkurt at landað seinni í vikuni. Eisini eru fýra frystilínuskip við Ísland. Undir Føroum eru trý línuskip. Eitt landar væntandi fyrst í vikuni og so landar eitt møguliga síðst í vikuni. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin verður harður, men veðrið verður gott, serliga fyrst í vikuni, so vit vantað nakað av útróðrafiski.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí, annar er á royndarveiðu eftir stinglaksi, meðan ger royndir eftir toski og hýsu. Vit vantað at onkur fer út um vikuskiftið.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma at landa sum vikan líður. Fiskiskapurin er brúkiligur. Stórt sæð bara upsi skipini fáa.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí, men væntandi fara fleiri út um vikuskiftið. Tann, sum er úti, kemur at landað mánadagin. Hann hevur ein blanding av toski, hýsu og havtasku og so nakað av flatfiski.

Garnaskip: Vit væntað at allir tríggir koma at landað síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva.

Heinta alla metingina her