Meting fyri viku 34, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Bara frystilínuskip eru til fiskarí, men helst fer okkurt ísfiskalínuskip avstað í næstum. Seks frystiskip eru undir Føroyum og eitt er í altjóða sjógvi. Tey flestu fiska longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er góðu og veðri verður eisini brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri. Vánaligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa fyrst í vikuni.  Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í eysturgrønlandi.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Trý pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tað fjórða parið fiskar svartkalva. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Bara ein trolbátur er úti. Hann fiskar mest flatfisk og so nakað av toski. Restin liggur við bryggju, men vantandi fer onkur avstað í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her