Meting um tilfeingið fyri viku 7, 2018

Samandráttur:

Línuskip: Vit vantað fýra línuskip mánadagin og so nøkur seinni í vikuni. Skipini undir Íslandi, fáa mest av hýsu og so tosk, longu og brosmu. Skipini við Føroyar fáa mest av longu og toski og so nakað av hýsu og brosmu.

Útróður: Streymurin harðnar út á vikuna. Veðri verður ikki gott fyrst í vikuni, men batnar sum vikan líður, so møguliga verður nakað av útróðri síðst í vikuni.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa, men eru nýliga byrjaðir túr og koma tí neyvan at landað í vikuni. Restin liggur við bryggju, men møguliga fer onkur út í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma at landa sum vikan líður. Fiskiskapurin er brúkiligur.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju(fríggjadag 9 feb.), men fara út tá veðri verður betri.

Garnaskip: Vit væntað at allir tríggir koma at landað síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her