Meting um tilfeingið fyri viku 6, 2018

Samandráttur:

Línuskip: Vit væntað at tvey línuskip koma at landa í vikuni. Tað verður ein blandingur av toski og hýsu. Annars so fara fleiri línuskip út um vikuskiftið og koma tí neyvan at landað í vikuni. Møguliga fer okkurt línuskip til Íslands. Skipini av Flemish Kap sigla øll heim, tí at kvotan er liðug. Tey verða væntandi inni síðst í vikuni.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini brúkiligt, so tí verður helst nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa og koma helst at landað síðst í vikuni.Restin liggja við bryggju, men væntandi fer onkur út í næstum. Frystitrolarirnir fiska tosk, svartkalva og blálongu.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma at landa sum vikan líður. Fiskiskapurin kundi verði betri.

Trolbátar: Tveir fiska havtasku og fýra fiska tosk og hýsu. Vit væntað at teir flestu koma at landað síðst í vikuni, tí at bátarnir eru nýliga byrjaðir.

Garnaskip: Vit væntað at allir tríggir koma at landað síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt.

Heinta alla metingina her