Samandráttur: Línuskip: Eitt línuskip landar fyrst í vikuni. Tað hevur verði við Ísland og er tað ein blandingur av toski, brosmu og kongafiski. Undir Føroyum eru fýra skip, sum fiska longu og brosmu og so er eitt á Íslandsrygginum, ið fiskar mest av toski og svartkalva. Øll eru nýliga byrjaði túr, so tað er ivasamt um nakað landar í vikuni. Av frystilínuskipunum er tað bara eitt sum er til fiskarí.
Útróður: Streymurin harðnar út á vikuna og veðri verður heldur ikki gott, tí vantað vit ikki nógvan útróður.
Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa og ein er á djúpum vatni og fiskar svartkalva og kongafisk. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru úti og fiska upsa. Fiskiskapurin er brúkiligur. Møguliga landað tvey pør mánadagin og so nøkur seinni í vikuni. Tvey pør liggja við bryggju. Tað er lítið av hjáveiðu hjá partrolarunum.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju. Ivasamt nær teir fara útaftur, tí veðri verður ikki gott teir næstu dagarnar.
Garnaskip: Tríggir fiska svartkalva. Allir landa síðst í vikuni. Smáligur fiskiskapur.
Heinta metingina Her