Meting um tilfeingið fyri viku 36, 2018

Línuskip: Fýra fiska tosk, svartkalva og blálongu vestanfyri. Vit rokna við at trýggir landa fyrst í vikuni, meðan tann fjórði landar seinni í vikuni. Tveir fiska longu og brosmu og koma báðir helst at landa í vikuni. Eitt línuskip er nýliga byrjað túr í Íslandi og kemur tí neyvan at landa í hesari vikuni. Trý frystilínuskip eru við Grønlandi. Restin liggur við bryggju, men væntandi fer okkurt línuskip avstað í næstum.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini hampuligt, so helst verður nakað av útróðri. Tað er mest snellufiskur.

Djúpvatnstrolarar: Bara tveir til fiskarí og eru teir á rygginum og fiska tosk og so nakað av blálongu og svartkalva. Vit rokna við at teir landað miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er ójavnt hjá trolarunum. Pørini landað sum vikan líður.

Trolbátar: Ein er á landleiðini og tríggir fiska tosk og hýsu norðanfyri. Allir landa síðst í vikuni. Onkur fer helst avstað um vikuskiftið.

Garnaskip: Vit væntað at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt hevur lagt og er farin at pussað upp.

Heinta alla metingina her