Meting um tilfeingið fyri viku 3, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Seks línuskip eru til fiskarí. Allir fiska tosk og hýsu og so eitt sindur av longu og brosmu. Fiskaríið er gott. Skipini landað sum vikan líður. Nøkur línuskip liggja inni, men fara avstað í næstum. Fýra frystilínuskip eru á Flemsh Kap og eitt er undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri verður ikki av tí besta, tí rokna vit ikki við nógvum útróðri. Bátarnir hava annars gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí og hann er nýliga byrjaður túr, so hann landar neyvan í vikuni.

Partrolarar: Átta pør eru til fiskarí. Vit vanta at fýra av teimum landað fyrst í vikuni og restin síðst í vikuni. Fiskaríið er misjavnt.

Trolbátar: Fýra trolbátar eru úti og allir fiska havtasku. Fiskaríið er gott. Allir landað fyrst í vikuni.

Garnaskip: Allir fýra fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt hjá skipunum. Allir landað í vikuni.

Heinta alla metingina her