Meting um tilfeingið fyri viku 28, 2018

Samandráttur:

Línuskip: Eitt skip er nýliga byrjað túr við Ísland og kemur tí neyvan at landa í vikuni. Tvey skip koma undan Grønlandi. Annað landar mánadag og hitt mikudag. Tey hava mest tosk og so nakað av brosmu. Tvey línuskip eru á rygginum, annað landar fyrst í vikuni, meðan hitt neyvan landar hesa vikuna. Tey fáa mest av toski og so nakað av svartkalva. Av frystilínuskipunum, so eru trý undir Føroyum og eitt við Grønland. Okkurt línuskip fer avstað í næstum.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar út á vikuna. Veðrið verður brúkiligt, so tað verður helst nakað av útróðri. Fiskiskapurin er ikki góður hjá teimum sum rógva út við línu, men brúkiligur hjá teimum sum fiska við snellu.

Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí, men teir eru akkurát byrjaðir túr, so teir landað neyvan í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í næstum.

Partrolarar: Bara fýr pør eru til fiskarí, men helst fer onkur út í næstum. Eitt par fiskar tosk á rygginum, meðan hini trý fiska upsa. Vantandi landa tey miðskeiðis ella síðst í vikuni.

Trolbátar: Fýra trolbátar eru til fiskarí. Tríggir eru á landleiðini og ein er vestanfyri. Teir á landleiðini landa mánadagin, meðan hin helst landar miðskeiðis í vikuni. Fiskaríið er heldur minni nú, men er brúkiligur hóast alt. Onkur fer út um vikuskiftið.

Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni.

Heinta alla metingina her