Meting um tilfeingið fyri viku 27, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Trý línuskip eru á ísfiskaveiðu undir Grønlandi. Møguliga landað tvey síðst í vikuni og tað triðja í aðru viku. Tað er mest toskur og so nakað av brosmu. Tvey eru á Íslandsrygginum og tey landað helst miðskeiðis í vikuni. Tað er mest toskur og so nakað av svartkalva og blálongu skipini fáa á rygginum. Restin av ísfiskalínuskipunum liggja við bryggju, men helst fer okkurt út um vikuskiftið. Trý frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er við Grønland.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður gott, so helst verður nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar stinglaks og trý fiska svartkalva. Vit rokna við at tveir landað síðst í vikuni og hini bæði í aðru viku.

Partrolarar: Sjey pør eru úti. Pørini landað sum vikan líður. Fiskaríið er ikki gott. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Tveir fiska tosk og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski. Fimm eru á landleiðini. Teir fáa mest av toski og flatfiski. Fiskaríið er væl brúkiligt. Bátarnir landað sum vikan líður.

Garnaskip: Vit væntað at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt hevur lagt og er farin at pussað upp.

Heintað alla metingina her