Samandráttur.
Línuskip: Eitt línuskip undan Grønlandi landar mánadagin, toskur og brosma. Undan Føroyum koma 4 skip at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Tey hava mest av longu og so nakað av toski og svartkalva. Annars so eru tvey línuskip nýliga byrjaði túr á Íslandsrygginum og tí væntað vit ikki at tey landa í vikuni. Av frystilínuskipunum, so eru 3 undir Føroyum og eitt við Grønland.
Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður gott, so helst verður nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar stinglaks og ein fiskar svartkalva. Báðir koma helst at landað í vikuni. So rokna vit við at tveir fara út um vikuskiftið.
Partrolarar: Fimm pør eru úti og helst fer okkurt avstað í næstum. Vit rokna við at 2-3 pør landað í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt par er farin djúpt at fiska svartkalva og kongafisk. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Fimm eru á landgrunninum og tveir eru norðanfyri. Bátarnir norðanfyri fáa mest av toski og hýsu, meðan teir á landleiðin fáa mest av toski og flatfiski. Tríggir landa mánadagin og hinir báðir seinni í vikuni.
Garnaskip: Vit væntað at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt hevur lagt og er farin at pussað upp.
Heinta alla metingina her