Meting um tilfeingið fyri viku 20, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Fýra línuskip eru við Ísland. Tvey koma at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni, meðan hini bæði neyvan landa hesa vikuna. Eisini eru tvey frystilínuskip við Ísland. Undir Føroyum eru trý línuskip og koma tey væntandi at landa síðst í vikuni og so er eitt frystilínuskip eisini undir Føroyum.

Útróður: Streymurin harðnar út á vikuna og veðri verður umskiftandi, so tí verður helst ikki so nógvur útróður..

Djúpvatnstrolarar: Trýggir eru til fiskarí. Tveir eru á djúpum vatni og fiska svartkalva og so nakað av kongafiski. Landa kanska síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Tann triðji er vestanfyri og fiskar kongafisk og so fáa teir eisini eitt sindur av svartkalva. Hann landar møguliga eisini síðst í vikuni. Ein frystitrolari er farin til Grønlands at fiska svartkalva.

Partrolarar: Bara fýra pør eru til fiskarí, men vantandi fara nøkur avstað í næstum. Fiskiskpurin eftir upsa er einki at reypa av, men tey tó nakað av toski og hýsu. Pørini, sum eru úti, koma helst øll at landa í vikuni Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Fimm fiska norðanfyri ella vestanfyri. Teir koma allir at landað síðst í vikuni. Teir hava stórt sæð bara tosk og so nakað av hýsu og upsa.

Garnaskip: Vit væntað at øll fýra, sum fiska svartkalva, koma at landað í vikuni. Fiskaríið er smáligt eftir svartkalva. Eitt fiskar havtasku og hevur rímuliga gott fiskarí.

Heinta alla metingina her