Meting um tilfeingið fyri viku 15, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Trý ísfiskalínuskip eru undir Íslandi og koma allir at landa í vikuni. Undir Føroyum eru fimm línuskip og koma tey eisini at landa í vikuni. Skipini hava ein blanding av tosk, hýsu, longu og brosmu. Nøkur línuskip liggja inni, men fara helst avstað um vikuskiftinum. Fýra frystilínuskip eru undir Ísland og tað fimta fer á Flemish Kap.

Útróður: Streymurin batnar sum vikan líður og veðrið verður brúkiligt, so vit rokna við nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar stinglaks og blálongu, Landar helst síðst í vikuni.

Partrolarar: Allir eru til fiskarí og koma teir at landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er einki at reypa av. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Allir eru til fiskarí. Allir eru norðanfyri og fiska næstan bara tosk. Fiskaríið er gott. Allir koma at landa í vikuni.

Garnaskip: Bara eitt garnaskip fiskar svartkalva og eitt fiskar havtasku. Bæði koma at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her