Meting um tilfeingi fyri viku 14, 2020

Samandráttur.

Í smb við Corona smittuna, so er óvissan stór um hvat skip og bátar gera tað næstu tíðina. Eisini hevur okkurt virkið stongt, onnur umhugsa at stongja, meðan restin koyrur við niðursettari arbeiðsorku.

Vónandi gongur ikki ov long tíð til vit fáa normal viðurskifti aftur.
Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bert helvtin av fólkinum er til arbeiðis ísenn. Tað er fyri at binda um heilan fingur, í so fall at onkur verður sjúkur, so kann hin vaktin traðka til. So tit muga halda okkum til góðar um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð.

Línuskip: Bara trý línuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest av toski, hýsu og longu. Vit rokna við at tey flestu koma at landa síðst í vikuni.Vegna Corona, er tað sera ivasamt nær skipini fara útaftur. Frystilínuskipini eru øll til fiskarí.

Útróður: Streymurin er góður, men veðri og Corona gera tað, at ikki verður so nógvur útróður.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar stinglaks og annan djúobatnsfisk. Hann landar fyrst í vikuni.

Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Fiskaríið er brúkiligt. Teir landa sum vikan líður.

Trolbátar: Tveir fiska norðanfyri. Báðir fiska tosk og so nakað av hýsu, upsa og flatfiski. Báðir landa fyrst í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er heldur fragari nú. Ein landar mánadagin og hinir seinni í vikuni.

Heinta veðurforsøgnina her  

Heinta alla metingina her