Samandráttur.
Í smb við Corona smittuna, so er óvissan stór um hvat skip og bátar gera tað næstu tíðina. Eisini hevur okkurt virkið stongt, onnur umhugsa at stongja, meðan restin koyrur við niðursettari arbeiðsorku.
Vónandi gongur ikki ov long tíð til vit fáa normal viðurskifti aftur.
Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bert helvtin av fólkinum er til arbeiðis ísenn. Tað er fyri at binda um heilan fingur, í so fall at onkur verður sjúkur, so kann hin vaktin traðka til. So tit muga halda okkum til góðar um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð.
Línuskip: Bara eitt línuskip eru til fiskarí. Tað landar týsdagin eftir páskir. Frystilínuskipini eru øll til fiskarí.
Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður gott frá hósdegnum og vikuna út. So kanska tað verður nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar stinglaks og landar møguliga síðst í vikuni, menhelst ikki fyrr enn í aðru viku.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey landa sum vikan líður. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Ein fiskar norðanfyri og kemur helst at landa mánadagin. Hinir fara avstað eftir páskir.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Øll landa í vikuni
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her