Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi nú veðri og streymur er tilvildar. Trý frystilínuskip eru við Ísland og átta eru við Føroyar. Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Nøkur frystiskip koma inn at landa í vikuni.
Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður hampuligt ein part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Báðir landa helst síðst í vikuni. Helst fer onkur djúpvatnstrolari út í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey flestu koma at landa í vikuni. Fiskaríið er heldur slakari nú.
Trolbátar: Fýra trolbátar eru norðanfyri. Teir fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Helst landa allir síðst í vikuni.
Garnaskip: Tríggir fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt. Báðir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgiingur her
Heinta alla metingina her
