Meting fyri viku 7, 2021

Samandráttur.

Línuskip: Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Teir fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vit rokna við at báðir landa í vikuni. Helst fer okkurt av línuskipunum avstað í næstum. Seks frystilínuskip eru undir Íslandi og eitt undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men linkar sum vikan gongur. Veðri verður ikki av tí besta, so ikki er vantandi at tað verður nógv av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin er tíverri ikki góður. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Tveir landa mánadagin. Teir hava mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Hinir liggja allir við bryggju.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er vánaligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her