Meting fyri viku 52, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men helst kemur okkurt frystilínuskip at selja millum jóla og nýttár.

Útróður: Streymurin er ikki av tí besta, men um veðri verður til vildar, so fer helst onkur útróðrabátur út eftir jól.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju.

Partrolarar: Allir liggja við bryggju.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út at fiska havtasku eftir jól.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Báðir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her