Meting fyri viku 52, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað kemur at landa mánadagin. Tað hevur mest av toski og so nakað av svartkalva og hýsu. Øll hini liggja við bryggju og fara ikki avstað aftur fyri jól. Sjey frystilínuskip eru til fiskarí, men vantandi koma øll inn fyri jól.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, men vit rokna ikki við nógvum útróðri, tí at vit koma inn í jólavikuna og fleiri keyparir eru givnir at keypa inn til jóla.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru vestanfyri og fiska kongafisk. Teir koma at landa í vikuni. Restin liggur við bryggju.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, men fiskaríið er vánaligt. Teir landa allir fyrst í vikuni.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Eitt fiskar svartkalva og kemur at landa fyrst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar eisini fyrst í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her