Samandráttur.
Línuskip. Átta frystilínuskip fiska við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum og eitt við Ísland. Ísfiskalínuskipið er eisini farið út. Skipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Fiskaríið er brúkiligt bæði við Føroyar og Íslandi.
Útróður: Streymurin er brúkiligur, men veðri er ivasamt, so tí vanta vit ikki nógvan útróður. Bátarnir hava gott fiskarí.
Djúpvatnstrolarar. Fýra eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Smáligt fiskarí. Allir koma at landa síðst í vikuni.
Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Okkurt parið landar í vikuni og so landa hini fyrst í aðru viku.
Trolbátar. Allir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út tá veðri batnar. Um onkur fer út, so kemur hann at landa síðst í vikuni.
Garnaskip: Tveir fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
