Samandráttur.
Línuskip: Trý línuskip eru til fiskarí og koma øll at landa mánadagin. Møguliga fer eitt útaftur beinanvegin og kemur aftur at landa síðst í vikuni. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av svartkalva, longu og brosmu. Hini línuskipini hava lagt til jóla.
Útróður: Streymurin minkar sum vikan gongur og veðri verður eisini gott, so tað verður nokk nakað av útróðri. Fiskaríið er gott.
Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju.
Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Allir fiska upsa. Fiskaríið er smáligt. Teir landa sum vikan líður.
Trolbátar: Allir fiska havtasku og er fiskaríið brúkiligt. Onkur landar mánadagin og so nakrir aftur miðskeiðis í vikuni.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Allir landa síðst í vikuni.
Heinta alla metingina her
Heinta veðurforsøgnina frá Theyr.com her