Samandráttur.
Línuskip. Einki ísfiskalínuskip er til fiskarí, men vantandi fer okkurt út tá veðri verður betri. Frystilínuskipini eru øll, uttan eitt, til fiskarí. Okkurt landar í vikuni, men tey flestu landa vantandi í aðru viku.
Útróður: Streymurin er góður, men tað verður liggjandi høgætt og við nakað av vindi mestsum alla vikuna, so tað verður ikki nógvur útróður norðanfyri, men helst fer onkur út har ættin er betri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur helst at landa síðst í vikuni. Ein liggur við bryggju
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Hini pørini fara út tá veðri verður betri. Smáligt fiskarí.
Trolbátar:Allir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur út á Skeivabanka at fiska havtasku tá veðri verður tilvildar.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er misjavnt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her