Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer út tá veðri batnar. Átta frystilínuskip er við Føroyar. Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu. Brúkiligt fiskarí. Tvey eru við Ísland. Eitt liggur við bryggju.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur, men veðri verður heldur ivasamt, so tí vanta vit ikki nógvan útróður. Fiskaríið er annars gott.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Báðir landa fyrst í vikuni. Hinir fara út tá veðri blívur betri.
Partrolarar: Bara eitt par er til fiskarí. Hini pørini fara út tá veðri batnar.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.
Garnaskip: Tveir fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt. Báðir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
