Samandráttur.
Línuskip: Trý ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Teir fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vit rokna við at allir landa í vikuni. Helst fer okkurt av línuskipunum avstað í næstum. Fýra frystulínuskip er undir Føroyum og tvey eru undir Íslandi
Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men linkar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt, so helst verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk og ein er sunnanfyri og fiskar djúpvatnsfisk. Báðir landa í vikuni.
Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin er tíverri ikki góður. Tey landa sum vikan líður.
Trolbátar: Fimm trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku. Allir koma at landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og kemur at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er vánaligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her