Samandráttur.
Línuskip: Eitt er á Íslandsrygginum og eitt er norðanfyri. Báðir landa mánadagin. Teir hava mest av toski, hýsu og svartkalva. Allir hinir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar. Av frystilínuskipunum eru seks á Flemish Kap og eitt er á Føroya Banka.
Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur. Veðri verður umskiftandi, so tað verður helst onkur dagur við útróðri. Fiskaríið er gott.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk. Onkur fer út í næstum.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Nøkur pør fara avstað í næstum. Fiskaríið er heldur fragari nú.
Trolbátar: Trýggir fiska havtasku eystanfyri og koma teir helst at landa fyrst í vikuni. Helst fer onkur avstað um vikuskiftið.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Tveir landa mánadagin, meðan tað triðja landar síðst í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her