Meting fyri viku 49, 2021

Samandráttur.

Línuskip. Trý stór og tvey minni línuskip eru til fiskarí. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Øll koma at landa í vikuni. Øll  frystilínuskipini eru til fiskarí.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. Veðri verður umskiftandi, so útlitini fyri útróðri eru ikki av teimum bestu, men vit gita at tað allíkavæl verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar svartkalva, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er vánaligt. Eitt par fiskar sild.

Trolbátar: Seks fiska havtasku, men fiskaríið er smáligt. Vit rokna við at tveir landa mánadagin og so hinir miðskeiðis ella síðst í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er vánaligt. Landar helst fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her