Meting fyri viku 47, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju. Ein er á og ein er ávegis heim av Flemish Kap, ein er við Eysturgrønland, sjey fiska við Føroyar. Skipini á Flemish Kap og við Eysturgrønland fiska tosk, meðan tey við Føroyar fiska ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Onkur hevur eisini verði á Føroya Banka. Onkur kemur at landa í vikuni.

Útróður: Streymurin verður brúkiligur alla vikuna. Veðri verður vánaligt fyrst í vikuni, men verður gott seinni í vikuni. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum. Vantandi landar annar í vikuni. Ein er á djúpum vatni og fiskar svartkalva, blálongu og annan djúpvatnsfisk. Hann landar møguliga síðst í vikuni.

Partrolarar: Øll,  pørini eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Fiskaríið er smáligt.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju

Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri frá veður.fo her, frá Windy her, frá Berlingur her.

Heinta alla metingina her.