Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju. Ein er á og ein er ávegis heim av Flemish Kap, ein er við Eysturgrønland, sjey fiska við Føroyar. Skipini á Flemish Kap og við Eysturgrønland fiska tosk, meðan tey við Føroyar fiska ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Onkur hevur eisini verði á Føroya Banka. Onkur kemur at landa í vikuni.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur alla vikuna. Veðri verður vánaligt fyrst í vikuni, men verður gott seinni í vikuni. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum. Vantandi landar annar í vikuni. Ein er á djúpum vatni og fiskar svartkalva, blálongu og annan djúpvatnsfisk. Hann landar møguliga síðst í vikuni.
Partrolarar: Øll, pørini eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Fiskaríið er smáligt.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju
Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta veðri frá veður.fo her, frá Windy her, frá Berlingur her.
Heinta alla metingina her.
