Meting fyri viku 47, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Nýggju frystilínuskip fiska við Føroyar, tvey við Ísland. Ísfiskalínuskipið byrjar ídag. Skipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.  Fiskaríið er brúkiligt. Nøkur frystilínuskip koma at landa í vikuni og ísfiskalínuskipið landar vantandi síðst í vikuni.

Útróður: Streymurin er ikki tann besti í vikuni. Veðri verður nakað umskiftandi, so tað verður nokk ikki nógvur útróður. Bátarnir hava brúkiligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar. Fýra eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Tað sjeynda parið fer vantandi avstað skjótt. Fiskaríið er brúkiligt.

Trolbátar. Allir eru til fiskarí. Tveir fiska havtasku, longu og upsa, meðan hinir fiska tosk og hýsu og so eitt sindur av flatfiski. Allir landa í vikuni.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni.  

Heinta veðri her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her