Línuskip: Eitt eru á landgrunninum, eitt við Ísland og tvey eru á Íslandsrygginum. Tað á landgrunninum fiskar mest av longu og brosmu og so nakað av toski og hýsu , tað við Ísland er meira blandað, meðan tey á Íslandsrygginum fiska mest tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Vit rokna við trimum skipum fyrst í vikuni og so eitt seinni í vikuni.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur, veðri verður hampuligt, so vantandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar:Tveir eru vestanfyri og fiska kongafisk og landa í vikuni.
Partrolarar: Øll, uttan tvey, pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.
Trolbátar: Seks trolbátar eru til fiskarí. Ein er eystanfyri og fiskar mest av havtasku, og so eru hinir norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og flatfiski. Onkur landar mánadagin og hinir sum vikan gongur.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Eitt landar mánadagin og hitt síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku. Tað landar miðskeiðis í vikuni.