Meting fyri viku 43, 2019

Samandráttur.

Línuskip. Eitt er á rygginum, sum landar mánadagin. Seks eru á landgrunninum og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Tey landa sum vikan líður. Nøkur línuskip liggja við bryggju, men vit rokna við at fleiri fara avstað í næstum.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini brúkiligt, so tí rokna vit við nógvan útróður. Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska kongafisk og helst koma báðir at landað síðst í vikuni. Ein er á Munkagrunninum og kemur hann at landa miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er smáligt. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Bara tveir eru til fiskarí. Ein fiskar á Skeivabanka og fær ein blanding av toski, havtasku, upsa og longu. Hann landar mánadagin. Hin landar vandandi miðskeiðis í vikuni. Helst fer onkur avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Bæði ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna. Eitt garnaskip er fari á beding.

Heinta alla metingina her