Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest hýsu og tosk. Landar síðst í vikuni. Nýggju frystilínuskip er við Føroyar. Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu. Brúkiligt fiskarí.
Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Tað verður hampuligt veður ein part av vikuni, so tað verður vantandi nógvur útróður. Fiskaríið er gott.
Djúpvatnstrolarar: Fýra eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Tveir landa mánadagin, meðan hinir neyvan landa í vikuni.
Partrolarar: Fýra pør eru á landgrunninum og fiska upsa og nakað av hvítfiski. Eitt par er á Íslandsrygginum og fiskar tosk.
Trolbátar: Tveir eru á Skeivabnaka og fiska havtasku. Vantandi fer onkur av hinum avstað í vikuskiftinum.
Garnaskip: Tveir fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt. Báðir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
