Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Trý frystilínuskip fiska við Ísland og seks eru á landgrunninum.
Útróður: Streymurin og veðri verður ikki av tí besta, so tí vanta vit ikki nógvan útróður.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so er ein sum fiskar svartkalva. Annar av Íslandsrygginum og tann sum fiskar svartkala, landa í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma vantandi tey flestu at landa í vikuni. Fiskaríð er smáligt.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her