Meting fyri viku 39, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er við Føroyar, tað fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Hitt liggur við bryggju.  Trý frystilínuskip eru við Føroyar, tvey eru á Íslandsrygginum, trý við Ísland, eitt í NEAFC økið, eitt er við Grønland og so er eitt ávegis á Flemish Kap. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva. Nøkur koma at landa í vikuni.

Útróður: Streymurin er brúkiligur. Veðurvánirnar eru góðar, so vit vanta nógvan útróður. Bátarnir fáa stórt sæð bara tosk og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva í bretskum sjógvi, men koma neyvan at landa í vikuni. Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og er við Eysturgrønland.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er misjavnt. Tvey pør fiska gulllaks.  

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur út í næstum.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Brúkiligt fiskarí eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku.  Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her