Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er við Føroyar, tað fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Hitt liggur við bryggju. Trý frystilínuskip eru við Føroyar, tvey eru á Íslandsrygginum, trý við Ísland, eitt í NEAFC økið, eitt er við Grønland og so er eitt ávegis á Flemish Kap. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva. Nøkur koma at landa í vikuni.
Útróður: Streymurin er brúkiligur. Veðurvánirnar eru góðar, so vit vanta nógvan útróður. Bátarnir fáa stórt sæð bara tosk og hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva í bretskum sjógvi, men koma neyvan at landa í vikuni. Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og er við Eysturgrønland.
Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er misjavnt. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur út í næstum.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Brúkiligt fiskarí eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her