Meting fyri viku 39, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Eitt er vestanfyri og fiskar tosk og svartkalva og tvey eru eystanfyri og fiska mest av longu. Restin liggur við bryggju, men helst fer okkurt avstað í næstum. Trý frystilínuskip eru á Føroya Banka og fimm eru á ytru leið. Tvey eru við Ísland.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur. Veðri ringt fyst í vikuni, men batnar sum vikan líður. Nakað av útróðri verður, men fiskaríið er smáligt. Fáa mest av hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu  og kemur at landa fyrst í vikuni. Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu. Smáligt fiskarí.  Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Trýggir eru norðanfyri og fiska mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni. Vatandi fer onkur avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her