Samandráttur.
Línuskip. Fimm frystilínuskip fiska við Føroyar. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í vikuni.
Útróður: Streymurin er harður alla vikuna. Veðri verður gott onkrar dagar, so tað verður helst nakað av snellufiski.
Djúpvatnstrolarar. Bara ein er til fiskarí. Hann er á Íslandsrygginum og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Kanska djúpvatnstrolari fer út í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru úti. Fiskaríið er gott. Eitt par fiskar gulllaks.
Trolbátar: Fýra trolbátar eru úti. Teir fiska mest av toski og hýsu og so fáa teir eisini nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni. Tveir liggja tí teir eru lidnir við sínar fiskidagar.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er gott. Vantandi landa øll í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her