Samandráttur.
Línuskip: Tvey eru vesturi á rygginum og fiska tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Landað helst síðst í vikuni. Trý eru vestanfyri og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Eitt er sunnanfyri og fiskar mest av longu og brosmu. Vantandi landar okkurt síðst í vikuni. Helst fer okkurt línuskip avstað í næstum.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðri verður eisini nakað skiftandi, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.
Djúpvatnstrolarar:Ein fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk og ein fiskar kongafisk. Báðir landa helst síðst í vikuni
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið brúkiligt. Skipini landa sum vikan líður.
Trolbátar: Sjey trolbátar eru til fiskarí. Fimm eru á landleiðini og tveir uttanfyri. Bátarnir fiska mest av toski, hýsu, tungu, reyðsprøku, havtasku og so nakað av upsa. Bátarnir landa sum vikan líður.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her